Tíðindi

24. okt 2024

Valevnislisti til skúlastýrisvalið 12. november

Týsdagin 12. november verður val til skúlastýrið í Stranda skúla.

Hesi eru uppstillað:

Alisa Hammer
Súni Johansen
Kristian Østergaard
Alisa Thorleifsson Joensen
Markus Olsen
Eva Andrésen
Trý foreldraumboð skulu veljast í stýrið, og saman við skúlaleiðara, umboði fyri lærararnar og tveimum umboðum úr kommunustýrinum fara hesi at mynda skúlastýrið næstu fýra árini. 

Valið fer fram í bygdahúsinum á Strondum. Atkvøðugreiðslan byrjar kl. 10:00 og heldur fram til kl. 20:00 ella so leingi veljarar møta uttan steðg.

 

Brot úr kunngerð nr. 86 frá 6. oktober 2008, um at velja foreldraumboð í skúlastýri og kommunustýrisumboð í felagsskúlastýri:

§ 2. Valrætt og valbæri til skúlastýrisval hevur hvør tann, sum hevur foreldramyndugleikan yvir barni, sum er skrivað inn í skúlan, sbrt. § 50, stk. 2, nr. 2 í lógini. 

Stk. 2. Eingin kann atkvøða, uttan hann er á vallista.

Stk. 3. Foreldur at barni, sum komandi skúlaár flytur í annan skúla, hevur valrætt og valbæri í tí skúlanum, sum barnið flytur í, sí tó stk. 4.

Stk. 4. Foreldur at barni, sum í styttri tíðarskeið enn eitt skúlaár er í øðrum skúla, hevur ikki valrætt og valbæri í hesum skúla.
§ 3. Tað er borgaraskylda at lata seg velja sum foreldraumboð. Hetta er galdandi fyri tey, sum hava foreldramyndugleika yvir barni/børnum í skúlanum.

Stk. 2. Tann, sum hevur verið skúlastýrislimur í 2 valskeið, hevur ikki skyldu til at lata seg stilla upp.

Stk. 3. Kommunustýrið kann eftir umbøn sleppa einum valevni undan at koma á vallista, um serlig viðurskifti tala fyri hesum.
Øll kunngerðin kann lesast her.

03. mar 2025
Myndir frá føstulávintshaldi­num 2025
11. feb 2025
Skeið til foreldur, ið ikki liva saman
24. jan 2025
20 fitt børn fara at byrja í 1. flokki í august
02. jan 2025
Innskriving til 1. flokk
16. des 2024
Jólahugni fyri eldri
05. des 2024
Skúla­gongdin avlýst í dag 5. desembur
25. nov 2024
Listaleypu­rin vitjaði
25. okt 2024
5. flokkur við í First Lego League
Send fyrispurning