Reglur

Reglur fyri skrivligu próvtøkuna í Stranda skúla

Reglur inni í próvtøkuhølinum

  • Næmingar skulu møta 15 min, áðrenn royndin byrjar
  • Friður skal vera inni í royndarhølinum
  • Næmingar skulu ikki samskifta sínámillum í royndarhølinum. Næmingar skulu ikki heldur á nakran hátt samskifta við onnur uttanfyri próvtøkuhølið
  • Tað er ikki loyvt at spæla spøl ella hyggja at filmi á telduni
  • Tað er ikki loyvt hava fartelefonir, I-pod og líknandi við til roynd
  • Næmingar skulu hava loyvi frá lærara, um teir skulu reisa seg upp, t. d. at fara á WC og prenta út
  • Næmingar skulu nýta skúlatelduna. Um næmingur nýtir egna teldu skal skúlin hava kunning um hetta. 
  • Teldan skal verða dagførd.
  • Um egin telda skal nýtast og tørvur er á hjálp til klárgering,  skal teldan verða telduvørðinum í hendi 1 viku áðrenn royndirnar
  • Í framseting og greiðslurokning kunnu næmingar fara, tá ið tveir tímar eru farnir

Um næmingur ikki heldur seg til galdandi reglur, kann hann verða burturvístur úr próvtøkuhølinum, og heimið verður kunnað um hetta.

Stranda skúli

Kunning og leiðreglur í sambandi við skrivligu próvtøkur fólkaskúlans


Skúlaleiðarin skal tryggja, at umsjón er í próvtøkuhølinum, og hevur somuleiðis ábyrgd av at eftirkanna, at allar teldur virka, sum tær skulu.


Allir næmingar, ið eru innskrivaðir til próvtøku, skulu vera skrásettir í Kervi fyri at fáa atgongd til Wiseflow.

Atgongd til Wiseflow fæst við at rita inn á roynd.skulin.fo við Office-brúkaranum.

Fyri at próvtøkurnar skulu eydnast sum best, verður mælt til, at allir næmingar royna at loysa
próvtøkulíknandi uppgávur í Wiseflow í góðari tíð fyri próvtøkurnar.

Mannagongd:


• Øll próvtøkuavrik vera latin inn í Wiseflow.
• Framsetingar verða skrivaðar við tekstviðgerðarforriti á skjal við síðuhøvdi, sum vísir, hvør próvtakarin er.
• Framsetingar verða goymdar sum pdf-skjøl og sendar sum viðfesti í Wiseflow.
• Í greiðslurokning letur próvtakarin inn avrik á pappíri, sum próvfyrisitarin talgildar floksvís og leggur sum eykatilfar í       Wiseflow til próvdómarar.


Mælt verður til at brúka ein av hesum kagum: Edge, Chrome, Firefox ella Safari.


Hjálparmiðlar
Um avmarkingar ikki eru ásettar í námsætlanunum fyri einstøku lærugreinarnar, kann
próvtakarin brúka talgildar eins og aðrar hjálparmiðlar, sum eru brúktir í undirvísingini.
Próvtakarin kann sostatt hava lærubøkur, uppgávur og annað tilfar við til próvtøkuna. Netið er í
høvuðsheitum opið og kann nýtast í tann mun, tað er viðkomandi fyri próvtøkuavrikið.


Próvtakarin skal sjálvur framleiða próvtøkuavrikið og hevur ikki loyvi at samskifta við onnur
undir próvtøkuni, hetta er eisini galdandi fyri tilgjørt vit. Hetta merkir, at avritingarforrit og
hjálparmiðlar, sum heilt ella í stóran mun kunnu framleiða avrikið fyri próvtakaran, ikki eru
loyvd. Sum dømi kunnu nevnast Photomath, Grammarly, ChatGPT og aðrir líknandi
hjálparmiðlar. Mælt verður til, at skúlar steingja atgongdina til hesar og líknandi hjálparmiðlar,
meðan próvtøkur fara fram.

Til próvtøkuna í fimisrokning í 9. flokki hevur próvtakarin ikki loyvi at brúka lummaroknara,
heldur ikki á telduni ella á netinum.

Próvtakarin hevur bert loyvi at samskifta við umsjónarfólkini/vaktirnar, meðan hann er til
próvtøku.

Próvstovan

Send fyrispurning