Musikskúlin

Stranda Musikkskúli

NÝGGJ TILMELDINGARSKIPAN
Musikkskúlin hevur fingið nýggja tilmeldingarskipan. Hetta er ein skipan sum flestu musikkskúlar brúka. Frameftir fer øll tilmelding fram gjøgnum hesa skipanina. 

Tú kanst nú tilmelda títt barn - trýst her

Um tær tørvar vegleiðing til tilmeldingina kanst tú trýsta á myndina høgrumegin

 

 

 

Stranda Musikkskúli hevur sum endamál at ríka um tónleikavirksemi og sang í nærumhvørvinum, og at bjóða undirvísing á høgum stigi. Musikkskúlin er ein týðandi liður í at menna tónlistaligu evnini hjá einstaklingum og bólkum, og geva hvørjum næmingi sær møguleikan at uppliva og meta um tónleik.

Spælast kann á hesi ljóðføri:

  • Tvørfloyta
  • Klarinett
  • Guitar
  • Klaver/orgul
  • Slagljóðføri (trummur)
  • Horn

Um eingi tøk pláss eru til valda ljóðførið, kemur umsøkjarin á bíðilista til fyrstvalda ljóðførið. Bíðilisti er longu til øll ljóðføri uttan horn.

Aldursmarkið at melda seg til musikkskúlan er 1. flokkur, t.v.s. at ein skal hava 1. flokks aldur áðrenn ein kann melda seg til musikkskúlan.

Í Stranda musikkskúla fær hvør næmingur undirvísing í 9 mánaðir frá fyrst í september til síðst í mai. Undirvíst verður í skúlatíðini eina ferð um vikuna einar 20 – 30 minuttir. Tá tað bert verður undirvíst eina ferð um vikuna, krevur hetta, at næmingurin venur rættiliga nógv heima!

Kostnaður er 1.200 krónur um árið. Tit fáa rokning sendandi – frítíðarkortið kann nýtast at gjalda fyri musikkskúlan. Eisini kann næmingurin rokna við at skula gjalda fyri undirvísingartilfar – frítíðarkortið kann ikki nýtast til at gjalda fyri undirvísingartilfar.

Tað verður kravt, at næmingurin luttekur í tveimum almennum konsertum. Tann fyrra verður fyri jól og hin seinna einaferð í mai mánað.

 

Leiðari í Stranda musikkskúla er:

Ásbjørn Berthelsen
tlf. 22 24 01
teldupostur: musikkskulin@sjovar.fo

Send fyrispurning