Heimasetningur

Boð

Vika 35

1. flokkur

Kunning: Í dag, hósdagin 13. august, fór brandalarmurin av óvart frá. Tað gekk alt væl, og vit gjørdu soleiðis sum mannagongdin er, tá hann fer frá. Ongin tyktist vera bangin, men kanska onkur hevur tørv á at tosa um tað.


Frílesing:
Frílesing 15 min dagliga


Samstarvssamrøða:
Samstarvssamrøðan

Ítróttur/Svimjing: Dreingir svimja Mikudag. Gentur svimja Hósdag.

Flokslærarar:
Súsan - 222887
Durita - 274014

Felagsforeldrafundur 9 septembur kl. 19

Ábyrgdarlærari

Mánadagur
24. august
Týsdagur
25. august
Mikudagur
26. august
Føroyskt
Vit hava havt um bókstavarnar À, L og S. Gott hevði verið um tit tosaðu við næmingarnar um orð, sum byrja við hesum bókstavunum
Hósdagur
27. august
Rennidagur
Hósdagin er rennidagur. Dagurin byrjar sum vanligt kl. 8:00, og næmingarnir møta í skúlanum. Dagurin endar kl. 11:30. Tá koma starvsfólkini úr frítíðarstovuni oman eftir næmingunum. Á rennidegnum fáa børnini vatn, rosinur og køkur. Tey kunnu hava ein lítlan matpakka við, og ein dunk við vatni. Ikki er neyðugt við skúlatasku.
Rokning
Í rokning hava vit arbeitt við tíggjaravinum í eina viku. Næmingarnir hava fingið eitt pappír við tíggjaravinunum heim.Tað hevði verið gott, um tit eisini tosaðu eitt sindur um tíggjaravinir heima og vandu teir saman við børnunum.
Fríggjadagur
28. august
Send fyrispurning