Virðisgrundarlag

Hjálpsemi

  • Á Stranda skúla lurta vit eftir hvørjum øðrum
  • Tá onkur hevur brúk fyri hjálp, standa vit saman vi viðkomandi og handla
  • Vit deila vitan, tilfar og royndir millum okkum
  • Vit eru jalig ímóti hvørjum øðrum
  • Vit taka hond um nýggjar næmingar og lærarar og hjálpa

Virðing

  • Í Stranda skúla tosa vit virðiliga við og um hvønannan bæði í og uttanfyri skúlan
  • Vit virða arbeiðið hjá hvørjum øðrum
  • Vit virða ymisleikan hjá hvørjum øðrum
  • Øll vera hoyrd

Viðurkenning

  • Í Stranda skúla viðurkenna vit arbeiði hjá hvørjum øðrum og duga at seta orð á tað
  • Vit viðurkenna royndir og upplivingar hjá hvørjum øðrum
  • Vit virðismeta fjølbroytni og nýhugsan
Send fyrispurning