Reglugerð
Reglugerð viðvíkjandi talgildum tólum hjá næmingum í Stranda skúla
Í Stranda skúla vilja vit við støði í virðisgrundalagnum arbeiða fyri, at skúlin er á fakliga høgum støði, har ið dugnalig og virkisfús starvsfólk hvønn dag arbeiða fyri at geva næmingunum ein tryggan og læruríkan dag. Felags fyri skúlan er, at fakliga menningin og trivnaðurin hjá næmingunum eru í miðdeplinum.
Í hesum sambandi eru relatiónirnar ímillum næming - næming, og lærara-næming týdningarmiklar, fyri at næmingarnir bæði kunnu fáa ein fakligan innihaldsríkan dag, umframt at teir trívast í umhvørvi skúlans.
Í seinastuni hevur nógv kjak verið frammi innan føroysku fólkaskúlarnar, har tað snýr seg um nýtslu av talgildum tólum. Á okkara skúla er reglugerð á heimasíðuni fyri fleiri øki, harímillum nýtslu av talgildum tólum. Endamálið við hesum uppskoti er at hava greiða mannagongd viðvíðjandi talgildum tólum. Vit eru ein skúli, har ið næmingar hava 1:1 talgild amboð. Stranda skúli hevur valt netteldur, les meira um tað her. Hesi amboð geva okkum góðar møguleikar at undirvísa og at læra soleiðis, at vit kunnu røkka teimum ásettu málunum innan fólkaskúlalógina og námsætlanirnar. Haraftrat hava hesi amboðini teir hentleikar, at næmingar og lærarar kunnu samskifta sínámillum í sambandi við undirvísing, skúla ella praktisk viðurskifti.
Skúlin miðjar ímóti, at tøknin er eitt amboð, sum er við til at menna tað góða samskiftið, ið er ímillum lærarar-næmingar og skúla-heim. Tað besta samskiftið er kortini tann munnliga samrøðan, men um samskiftið skal verða dygdargott, skal tað vera javnan ímillum lærara og næming, og her kunnu kt-amboðini eisini verða brúkt til at samskifta við.
Við talgilda samskiftinum kunnu allir partar, bæði lærari, næmingur og heim geva afturboðanir, ið er neyðugar fyri, at partarnir kunnu avrika á besta hátt.
Tá ið tað geldur nýtslu av talgildum tólum innan skúlagátt og í frítíðini, verður spurnatekn eisini sett við tíðina á skíggjum, sum næmingar brúka til talgildu tólini. Kanning í sambandi við heilsu vísir, hvørja ávirkan tíðin á skíggjum hevur. Skilt verður ímillum ta tíðina, ið verður brúkt til telefon, teldil, sjónvarp, dvd, play-station og teldu, ið ávirka børn og ung neiliga t.d. viðvíkjandi yvirvekt og einsemi og ta tíðina á skíggjanum, ið næmingar brúka til skúlaarbeiði (www.sundskolenettet.dk ).
Tá ið kt-amboðini verða nýtt í skúlahøpi, er tað fyri at røkka málum í námsætlanini. Stranda skúli brúkar tøknina sum amboð í skúlanum, og henda tíðin telur við í samlaðu tíðini, sum næmingar sita framman fyri skíggjan. Hava næmingar møguleika at sita við fleiri tólum í skúlatíðini, verður nýtslan ov stór, og tað kann tað ganga út yvir heilsuna og læringina hjá tí einstaka. Orsakað av hesum avleiðingum eiga talgildu amboðini í skúlatíðini einans at nýtast í sambandi við læring.
Við atliti at neiligu avleiðingunum, hevur skúlastýrið í mars 2016 viðtikið, at nýtsla av øllum talgildum tólum, uttan skúlaamboðunum, ikki er loyvd í skúlanum.
Um neyðugt er hjá næmingum t.d. at hava telefon við í skúla, so skal tólið liggja sløkt í skúlataskuni.
Tey, ið mugu fáa fatur á næmingi í skúlatíð, ringja til Hans Petur Jacobsen, skúlastjóra, á 232730 ella til Mariann D. Poulsen, varaskúlastjóra, á 748322.
Um næmingur ikki virðir viðtøkuna, verður talgilda tólið/fartelefonin tikin og løgd inn til skúlastjóran. Foreldur fáa tólið aftur við at venda sær til leiðslu skúlans.
Við vón um, at foreldur og avvarðandi stuðla hesi viðtøku.
Tað kunnu verða støður ella átøk, har ið skúlin metir, at tað gagnar undirvísingini, at talgildu tólini hjá næmingunum verða nýtt í skúlatíð. Í hesum førum skal avtala verða gjørd um, hvussu hesi tól verða brúkt sum amboð í skúlanum
Skúlin tekur ikki ábyrgd, um talgild tól/devices verða burtur ella fáa skaða í skúlanum
Skúlastýrið fyri Stranda skúla, 1. mars 2016