TÍTT - arbeiðshátturin

TÍTT - arbeiðshátturin
Við TÍTT arbeiðsháttinum meta vit um trivnaðin hjá øllum børnunum í skúlanum tvær ferðir um árið. Vit gáa serliga væl eftir, tá børn ikki trívast nóg væl. Vit umrøða støðuna, saman við foreldrunum, og stremba eftir at seta munagóð tiltøk í verk í góðari tíð.

Ein tíðandi liður í TÍTT-arbeiðsháttinum er at tryggja yvirgongdina tá børn flyta úr einum stað í annað. Børnini flyta í einari skipaðari tilgongd, har starvsfólki, saman við foreldrunum, kunna starvsfólki á nýggja staðnum um trivnaðin hjá barninum.

Tak niður TÍTT arbeiðsháttin

TÍTT arbeiðshátturin er settur í verk saman við SSP samstarvinum í Føroyum

Send fyrispurning