Reglugerð
Reglugerð fyri næmingar í Stranda skúla
Skúlin væntar, at hvør næmingur kennir tað sum sína skyldu:
- at vera íðin og lýðin, ærligur og sannur
- At vera siðiligur og fólkaligur í atburði og orði bæði í skúlanum og uttanfyri
- ikki at bannast ella nýta illavorðin orð
- at ansa eftir ferðsluni og halda ferðslureglurnar
- at hava fyrilit og vera hjálpsamur og fyrikomandi
- at vera stillur í tímanum og lata hinar næmingarnar fáa frið at arbeiða.
Uppmøting
Allir næmingarnir hava skyldu:
- at møta rættstundis
- at vera væl fyrireikaðir
- at hava við sær tað, ið nýtast skal
- at lata inn heimaarbeiði til ásetta tíð
Næmingur má ikki vera frá skúlanum uttan vegna sjúku ella aðrar áneyðir.
Er næmingur vegna sjúku frá skúlanum í longri tíð ella ofta frá í styttri tíð, kann læknaváttan verða kravd.
Næmingur, sum hevur fyri neyðini at biðja frí frá skúla, skal venda sær til kontaktlæraran.
Morgunsangur
Allir næmingar eiga at møta til morgunsang
Skúlatímin
Tá ið ringir inn, fer hvør næmingur til sína stovu.
Næmingarnir hava skyldu at lata skúlaamboð og ognir hjá øðrum næmingum hava frið.
Amboð, sum næmingurin hevur fingið frá skúlanum, er lán. Heimið hevur tí ábyrgd av, at amboðini verða væl og sámiliga hildin. – Verður beint fyri teimum, hevur heimið endurgjaldsskyldu.
Fríkorter
Tá ið ringir út, fara næmingarnir út so skjótt, lærarin biður teir fara. Eingin næmingur má vera inni, hvørki í stovu ella gong, uttan við loyvi frá læraranum.
Barnadeildini er ikki loyvt at fara út úr skúlans øki í skúla-tíðini uttan loyvi.
Í skúlagarðinum skal alt spæl vera so, at tað verður ongum at meini og ikki forðar øðrum børnum at spæla ótarnað. Bardagi og annar harðskapur verður ikki toldur. Eingin má hava við sær lutir í skúla ella skúlagarðin, sum kunnu vera hættisligir fyri onnur ella sum órógva skúlaarbeiðið.
Eingin má skamfíla skúlahús ella skúlaamboð og skriva ella krita upp á veggirnar. Tað er ikki loyvt at hava knív við í skúla.
Tað er ikki loyvt at súkkla ella koyra knallert í skúlatíðini.
Pappír, matloyvdir og tílíkt skal verða koyrt í ruskíløtini.
Royking er ikki loyvd á skúlans øki í skúlatíðini.
Tað er ikki loyvt at njóta góðgæti í skúlanum.
Tað er ikki loyvt at ganga inni í útiskóm.
Telefonnýtsla
Næmingaráðið, starvsfólkaumboð og leiðslan hava verið við til at orða eina meginreglu fyri telefonnýtslu í Stranda skúla, og er hetta nú galdandi:
Næmingar í byrjanardeildini skulu ikki hava telefon við í skúla. Foreldur kunnu skriva boð til ábyrgdarlæraran, um átrokandi boð skulu gevast til teirra barn. Er talan um skundboð, kunnu foreldrini ringja til skúlans leiðslu. Næmingarnir kunnu ringja heim við skúlans telefon, um tað er neyðugt. Um næmingar hava tørv á at hava sína telefon tøka beint eftir skúlatíð, kann telefonin liggja sløkt í skúlataskuni, til skúladagurin er liðugur.
Næmingar í mið- og hádeildini kunnu taka telefonina við í skúla, men hon skal leggjast sløkt í ein bakka, tá fyrsti tími byrjar. Telefonbakkin verður læstur inni, til næmingarnir eru lidnir við síðsta tíma. Telefonin skal vera sløkt, til næmingurin er komin út um skúlans øki, sum er út um skúlagarðin og spæliplássið.
Um næmingarnir ikki halda hesar reglur, verður telefonin tikin og foreldrini fáa boð um, at næmingurin hevur brotið reglurnar. Hendir hetta fleiri enn tríggjar ferðir, verða foreldrini og næmingurin biðin um at koma á fund við leiðsluna um málið.
Starvsfólk skúlans hava heldur ikki telefon við til tímarnar. Tað ber tó til at seta seg í samband við tey, tá fríkorterini eru, um tey ikki hava garðvakt. Best er tó at senda skrivlig boð, so starvsfólkini kunnu ringja ella skriva aftur, tá tey eru tøk.