IntoWords
IntoWords á føroyskum:
Forritið IntoWords er nú tøkt at nýta á føroyskum, og tað er Nám, sum umsitur forritið.
Forritið kann samanberast við CD-orð, sum lesiveik í nógv ár hava nýtt sum hjálparamboð til at lesa og skriva.
Fyrimunurin við IntoWords er, at tað riggar á flest øllum eindum. Tað kann leggjast á telduna (chromebook) sum eitt forrit, kann nýtast sum ískoytisforrit á kagum (browsarum) og finst eisini sum ein app til telefonir.
Allir næmingar í Stranda skúla hava atgongd til IntoWords.