Tíðindi

27. aug 2024

Starvslýsing

Lærarastarv í Stranda skúla

 

Eitt tíðaravmarkað starv verða lýst leys til setanar frá 2. september 2024 og restina av skúlaárinum 2024/25:

 

·       Vegna farloyvi verður søkt eftir einum lærara at undirvísa í

Føroyskum, týskum og kristni í hádeildini, og støddfrøði í miðdeildini

 

Setanarbrotið er 0,8.

 

 

 

Søkt verður eftir lærara, sum

undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans
duga at samstarva og er fyrikomandi
er fúsur at taka á seg tær uppgávur, sum eru í skúlanum
halda fast um stavnhaldið, at í okkara skúla skulu øll kenna seg væl og trívast
er fúsur at taka við avbjóðingum og broytingum, sum menna og skapa virðing fyri skúlanum
er vanur at nýta teldu í undirvísingini
 

 

 

Førleikakrøv:

Læraraútbúgving og linjulestur ella samvarandi førleiki í nevndu lærugreinum/ lærugreinaøkjum.

 

Lønar- og setanartreytir

Størvini verða lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

 

 

Umsóknir

Umsóknir við c.v., avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlastjóranum,

Hans Petur Jacobsen,

Strandatún 17

490 Strendur,

hans.petur.jacobsen@skulin.fo

í hendi í seinasta lagi týsdagin 10. september 2024 kl. 16.00.

 

 

 

Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til skúlastjóran, Hans Petur Jacobsen, tlf. 232730.

 
Á Stranda skúla eru 150 næmingar og 20 lærarar. Meira er at lesa um skúlan á heimasíðuni www.strandaskuli.fo

 

 

 

 

13. sep 2024
5. flokkur ruddar
12. sep 2024
Felags foreldrafundur
02. sep 2024
Myndir frá rennideg­num,
27. aug 2024
Starvslýsing
14. aug 2024
1. flokkur 2024/­25
06. aug 2024
Skúlin byrjar aftur
17. jun 2024
Prógvhandan
17. jun 2024
Fráfaringarløta fyri Ragnari
Send fyrispurning