Tíðindi
Fráfaringarløta fyri Súsannu og Eyðgerð
Týskvøldið 16. juni var hugnalig fráfaringarløta fyri Súsannu og Eyðgerð, nú tær gevast sum lærarar.
Eyðgerð byrjaði í Stranda skúla í 1986 og hevur arbeitt her nærum síðani. Hon var líka trý ár í Danmark, har hon undirvísti á einum eftirskúla, men heimafturkomin kom hon aftur í starv í Stranda skúla. Øll árini hevur hon fyrst og fremst tikið sær av sangi, spæli og føroyskum. Men hon hevur eisini undirvíst í fleiri øðrum lærugreinum. Umframt tað hevur hon verið nógvar túrar við næmingum og skipað fyri nógvum tiltøkum og konsertum. Saknur verður í hesum, nú hon gevst. Hon sleppir tó ikki skúlanum heilt, tí hon fer framhaldandi at taka sær av lesiroyndum og orðblindaroyndum og øðrum, sum hevur við hetta at gera.
Súsanna byrjaði í Stranda skúla í 1992, men frammanundan tí hevði hon arbeitt trý ár á Argjum. Súsanna hevur fyrst og fremst undirvíst í føroyskum og donskum, men hon hevur eisini havt aðrar lærugreinir, og eisini hon hevur verið mangar túrar. Hon hevur altíð dugað floksleiðslu væl, og næmingarnir hava vitað, hvat fer at henda hvønn tíma, sum ger næmingarnar tryggar. Tað verður saknur í hennara royndum og greiðu floksleiðslu.
Vit í Stranda skúla ynskja Súsannu og Eyðgerð alt tað besta víðari á lívsleiðini og takka hjartaliga fyri tíðina, tit hava starvast her. Má Guð signa tykkum og øll tykkara.