Tíðindi

02. apr 2024

Lesimaraton

Føroyar Lesa skipa fyri eini kapping, har stovnar kunnu vinna 5.000 kr við at skipa fyri einum góðum og mennandi lesiátaki. Vit í Stranda skúla fara í hesum sambandi at hava lesimaraton hósdagin. Vit fara at lesa út í eitt í 24 tímar og telja, hvussu nógvar síður vit hava lisið til samans. Byrjanardeildin byrjar klokkan 8 hósmorgunin, og næmingarnir skiftast um at lesa til klokkan 13.30, tá miðdeildin tekur yvir. Næmingarnir í miðdeildini skiftast at lesa til klokkan 20.30, tá hádeildin tekur yvir. Tey skiftast síðani um at lesa heilt til klokkan 8 fríggjamorgunin. Nærri kunning um nær hvør skal lesa nær er á heimasetninginum.

04. apr 2024
Lesimaraton - myndir
02. apr 2024
Lesimaraton
11. mar 2024
Byrjanardeildin í bygdahúsinum
07. mar 2024
Dansibólkur vitjaði mið- og hádeildina
06. mar 2024
SSP-politistur vitjaði 1.flokk
01. mar 2024
Broytingar í leiðsluni eina tíð
14. feb 2024
Myndir frá føstulávintshaldinum
30. jan 2024
Eingin skúlagongd mikudagin 31. jan
Send fyrispurning