Tíðindi

11. mar 2024

Byrjanardeildin í bygdahúsinum

Tað var góður dagur hjá byrjanardeildini í dag. Tey hava havt hugnadag í bygdahúsinum. Dagurin byrjaði í biografsalinum við einum teknifilmi. Kl. 10.30 kom ein sjónleikabólkur frá Listaleypinum og framførdi fyri teimum og skúlabólkinum. Leikurin var um eina gentu, sum var kedd, tí fuglurin hjá henni var deyður. Men vininir hjá henni hjálptu henni gjøgnum sorgina og stóðu saman við henni, tá hon segði farvæl við fulgin fyri seinastu ferð. Ein rørandi leikur um sorg, samstundis sum hann var hugtakandi og stuttligur. Aftaná leikin sluppu allir næmingarnir at gera sína egnu pitsu, sum tey sjálvandi eisini sluppu at eta :)

04. apr 2024
Lesimaraton - myndir
02. apr 2024
Lesimaraton
11. mar 2024
Byrjanardeildin í bygdahúsinum
07. mar 2024
Dansibólkur vitjaði mið- og hádeildina
06. mar 2024
SSP-politistur vitjaði 1.flokk
01. mar 2024
Broytingar í leiðsluni eina tíð
14. feb 2024
Myndir frá føstulávintshaldinum
30. jan 2024
Eingin skúlagongd mikudagin 31. jan
Send fyrispurning