Tíðindi

29. jan 2024

23 børn skrivað í 1. flokk

Í morgun kl. 10 komu nøkur sera spent og fitt børn og foreldur teirra í skúla. Tey skuldu skrivað seg inn, og tað dugdu tey sera væl. Eisini fingu tey hvør sína bók heim við sær, har tey, saman við foreldrunum, kunnu lesa um, hvussu tað er at ganga í skúla. Eisini foreldrini fingu eitt gott orð við sær um millum annað lesing, trivna og reglar í Stranda skúla. Tað verður ordiliga spennandi at fáa øll hesi fittu børnini í skúla hvønn dag um hálvt ár. Vit í skúlanum gleða okkum og ynskja teimum samstundis alt tað besta við skúlagongdini. 

04. apr 2024
Lesimaraton - myndir
02. apr 2024
Lesimaraton
11. mar 2024
Byrjanardeildin í bygdahúsinum
07. mar 2024
Dansibólkur vitjaði mið- og hádeildina
06. mar 2024
SSP-politistur vitjaði 1.flokk
01. mar 2024
Broytingar í leiðsluni eina tíð
14. feb 2024
Myndir frá føstulávintshaldinum
30. jan 2024
Eingin skúlagongd mikudagin 31. jan
Send fyrispurning