Tíðindi

07. apr 2021

Krabbameinstiltakið

Í sambandi við landsinnsavningina hjá Krabbameinsfelagnum valdu vit á Stranda skúla at gera okkara íkast til innsavningina. Skipað var tí í viku 10 fyri einari evnisviku í byrjanar- og miðdeildini, har ljós varð varpað á krabbamein. Hvønn morgun varð byrjað við, at fólk útfrá komu á vitjan. Krabbameinsfelagið og Team Rynkeby greiddu frá tí arbeiði, sum tey gera, prestur tosaði um gleðina við at geva, og onnur lokal fólk, sum annaðhvørt hava havt krabbamein ella eru avvarandi, greiddu frá teirra søgum. Evnisvikan varð skipað á tann hátt, at næmingarnir aftaná hvønn fyrilestur ferðaðust millum ymisk verkstøð. Av tí, at evnisvikan endaði við einum tiltaki fyri almenninginum leygardagin 13.03.21, varð á fleiri av verkstøðunum gjørt klárt til hetta tiltakið. Nevnast kann, at næmingarnir gjørdu ymiskt kreativt at selja og vandu teir eisini sangir at framføra á tiltakinum. Á einum verkstaði var fløskuinnsavnan. Heitt var á borgarar í Sjóvar kommunu, sum vildu stuðla við fløskum, um at leggja tær uttanfyri húsini, og síðan vóru tær heintaðar av næmingum. Á einum øðrum verkstaði súkklaðu næmingarnir fyri at savna inn pening. Avtala bleiv gjørd við ymsar stuðlar um at stuðla alt eftir, hvussu nógv næmingarnir súkklaðu. Næmingarnir í hádeildini vóru eisini við í innsavningini. Har varð ein dagur settur av til endamálið. Teir gjørdu eisini ymiskt, sum skuldi seljast á tiltakinum, eins og teir eisini savnaðu inn pening við at vaska bilar, mála og egna.

Vit meta, at næmingarnir fingu sera nógv burturúr evnisvikuni og vóru glaðir fyri hana. Fyrilestrarnir vóru sera áhugaverdir, og næmingarnir sótu hugbundnir og lurtaðu. Fleiri teirra nýttu eisini høvi at spyrja tey vitjandi spurningar. Næmingarnir kundu á evnisvikuni vera saman á ein annan hátt enn í tí vanliga skúladegnum, og hetta var við til at styrkja um samanhaldið millum næmingarnar. Eisini sluppu teir í størri mun at arbeiða kreativt og at røra seg. Í og við at bólkarnir vóru blandaðir soleiðis, at næmingar úr øllum flokkum arbeiddu saman, vórðu nýggjar relatiónir skaptar. Teir yngru næmingarnir kundu spegla sær í teim eldru, meðan teir eldru lærdu at taka ábyrgd yvir teim yngru. Sigast má, at næmingarnir eiga stórt rós uppiborið fyri teirra ídni og arbeiðssemi bæði í sambandi við evnisvikuna, men eisini til endaliga tiltakið, sum skipað varð fyri.  

Vit eru ovfarin av allari hjálp og øllum stuðli, sum vit hava fingið í sambandi við evnisvikuna og endaliga tiltakið. Brúk hevur verið fyri nógvum hondum og høvdu vit ikki megnað hetta uttan alla hjálpina, sum vit hava fingið. Gleðiligt var eisini, at undirtøkan til tiltakið var so góð, og at afturmeldingarnar hava verið so jaligar.

Til morgunsamlingina í skúlanum hósdagin 25.03.21 vóru pengarnir, sum vit høvdu savnað, handaðir forkvinnuni í Krabbameinsfelagnum, Duritu Tausen. Upphæddin var áljóðandi 123.706,32 kr. Forkvinnan takkaði vegna Krabbameinsfelagið hjartaliga fyri tann stóra stuðulin.

Fleiri myndir síggjast í myndasavninum.

04. apr 2024
Lesimaraton - myndir
02. apr 2024
Lesimaraton
11. mar 2024
Byrjanardeildin í bygdahúsinum
07. mar 2024
Dansibólkur vitjaði mið- og hádeildina
06. mar 2024
SSP-politistur vitjaði 1.flokk
01. mar 2024
Broytingar í leiðsluni eina tíð
14. feb 2024
Myndir frá føstulávintshaldinum
30. jan 2024
Eingin skúlagongd mikudagin 31. jan
Send fyrispurning