Tíðindi
13. mai 2026
Síðsti undirvísingardagur hjá 9. flokki
Í dag er síðsti undirvísingardagur hjá 9. flokki. Tá vit komu í skúla í morgun, sóu vit longu, at tey høvdu verið í sving. Wc-pappír, ballónir og annað sóust alla staðir. Tey vóru tó ófør at rudda alt aftur áðrenn morgunsangin, sum tey sjálvi stóðu fyri. Aftaná fríkorterið fóru tey at undirvísa í øllum flokkum, og síðani vóru spøl á vøllinum. Dagurin endaði við fótbólti og vatnkríggi. Skúlin takkar 9. flokki fyri dagin og fyri árini, tey hava gingið her. Fleiri av teimum fara ikki í 10. flokk, so hetta er ein serligur dagur. Í komandi viku byrjar skrivliga próvtøkan, og síðani kemur munnliga próvtøkan. Skúlin ynskir teimum, og øllum hinum næmingunum, alt tað besta við próvtøkunum og blíðan byr í framtíðini. Jesus fylgi tykkum.
12. aug 2026
21 fitt børn byrjaðu í 1. flokki í dag
10. aug 2026
Broytt ferðsluviðurskifti við skúlan á Strondum
10. aug 2026
Skúlin byrjar aftur
30. jul 2026
Endurlýsing eftir námsfrøðingi
29. jun 2026
Stranda skúli søkir eftir námsfrøðingi
24. jun 2026
Samrøðubólkar
18. jun 2026
Fráfaringarløta fyri Súsannu og Eyðgerð
18. jun 2026