Tíðindi

30. okt 2025

3 A-landsliðsspælarar hava gingið í Stranda skúla

Nú skúlin við Løgmannabreyt kunngerð, at tey eru stolt av at eiga 7 av A-landsliðsleikarunum í hondbólti, mugu vit í Stranda skúla staðfesta, at vit sanniliga eisini eru stolt. 3 gamlir næmingar hjá okkum eru við A-landsliðnum hesaferð, og hugsa vit um okkara skúlastødd í mun til Skúlan við Løgmannabreyt, og fólkagrundarlagið her hjá okkum í mun til ovaru Hoyvíkina, so mugu vit helst sanna, at okkara prosentpartur man vera minst líka flottur - um ikki flottari :) Vit eru í øllum førum sera stolt av tykkum Kjartan, Allan og Pauli og ynskja tykkum alt tað besta. Koyr á Føroyar! 

13. mai 2026
Síðsti undirvísingardagur hjá 9. flokki
13. mai 2026
Listaleypu­rin við Jákupi Veyhe og Hettarher vitjaði
13. mai 2026
Heimasetningu­rin broyttur
06. mai 2026
Várkonsert hjá Stranda musikkskúla
24. apr 2026
Myndir frá ítrótta­degnum
23. apr 2026
1-1-2 dagur
22. apr 2026
Góður, stuttligur og gevandi kreativur dagur í dag
24. mar 2026
Myndir frá Lesifest­ini
Send fyrispurning