Tíðindi

21. mar 2025

Føroyar lesa 2025

Í Stranda skúla fara vit at hava lesiátak frá 24.-28. mars. Í fjør løgdu vit dent á at lesa nógv, og tí høvdu vit lesimarathon, har skúlin las út í eitt í eitt døgn. Í ár fara vit serliga at leggja dent á upplestur. Hesa vikuna  hava vit ikki felags morgunsang, men hvør deild skipar sína morgunløtu, har næmingar og lærarar lesa andakt og framhaldssøgu. Allir næmingar hava ein lesivin, har lesivinirnir lesa hart upp fyri hvørjum øðrum. Nakrir flokkar vitja Sjóvarlon og barnagarðin og lesa fyri teimum. Tey vitja eisini skúlabólkin, og eldri flokkar vitja tey yngru og lesa fyri teimum. Tað eru nógv, sum bjóða seg fram at lesa, men sjálvandi eru ikki øll, sum hava hug til tað, og tað er eisini í lagi. Vit heita eisini á heimini um at vera við í hesum átaki. Næmingarnir hava fingið eitt ark heim við, har tey m.a. skulu lesa fyri tykkum, tað kann gerast til eina hugnaliga løtu. Hósmorgunin fáa vit  eisini vitjan av Jákupi Weihe, sum fer at lesa fyri øllum skúlanum. Bókasavnið er við í átakinum og hevur søguløtur tvey kvøld í lesivikuni.

 

Søguløtur á bókasavninum:

Týskvøldið 25. mars kl 18.30 kemur Rósa Danielsen at lesa fyri okkum, og mikudagin 26. mars kl 17 kemur Mariann D. Poulsen at lesa fyri okkum.

29. jun 2026
Stranda skúli søkir eftir námsfrøðingi
24. jun 2026
Samrøðubólkar
18. jun 2026
Fráfaringarløta fyri Súsannu og Eyðgerð
18. jun 2026
Prógvhandan
26. mai 2026
Vit eru røsk at lúka
22. mai 2026
Starvslýsing
13. mai 2026
Síðsti undirvísingardagur hjá 9. flokki
13. mai 2026
Listaleypu­rin við Jákupi Veyhe og Hettarher vitjaði
Send fyrispurning