Tíðindi
1. flokkur 2024/25
Í dag byrjaðu 22 fitt, røsk og sera fín børn í 1. flokki. Stuttligt at síggja allar tær nýggju skúlataskurnar og troyggjurnar. Og ikki minst stuttligt at heilsa uppá øll hesi spentu børnini. Næmingarnir og foreldur teirra møttu í skúlanum kl. 11, har tey fyrst vóru til morgunsang og fingu kunning um, hvør lærari hevði tey í hvørjari lærugrein. Síðani fóru tey í sína egnu skúlastovu, har næmingarnir fingu gávur, sum ymiskir stovnar hava latið teimum. Aftaná fóru foreldrini til kaffi og fingu ymiska kunning, meðan næmingarnir fingu uppgávur at loysa. Dagurin endaði við, at øll fóru aftur í Borgina at taka myndir (tríggir næmingar vænta á myndini. Vit taka nýggja mynd, tá øll eru í skúla). Skúlin bjóðar tykkum vælkomin í skúla, og vit gleða okkum til gott samstarv, so næmingarnir kunnu trívast og mennast væl.