Tíðindi

03. jun 2024

Leys størv í Stranda skúla

Størv í Stranda skúla

 

Hesi størv verða lýst leys til setanar frá 1. august 2024:

 

Søkt verður eftir tveimum námsfrøðiligum stuðlum

Søkt verður eftir námsfrøðingi í fast starv frá 1. august 2024. Starvið er 1026 árstímar (lønarbrot 0,57).

Søkt verður eftir námsfrøðingi í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2024-25. Starvið er 972 árstímar (lønarbrot 0,54).

Størvini verða lønt eftir sáttmála millum Føroya  Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið. Námsfrøðingar verða  løntir í lønarflokki 11-20, 11-21. Starvið verður sett sum sáttmálasett starv. Um umsøkjari við námsfrøðiligari útbúgving ikki søkir, kann hjálparfólk verða sett í starv.

 

Søkt verður eftir 5 lærarum

Søkt verður eftir lærarum til fýra tíðaravmarkað størv og einum til fast starv:

·       einum lærara at undirvísa í landafrøði, søgu, enskum og føroyskum í mið- og hádeild.

·       einum lærara at undirvísa í samfelagsfrøði, donskum og enskum í mið- og hádeild.

·       einum lærara at undirvísa í føroyskum, støddfrøði og donskum í byrjanardeild.

·       einum lærara at undirvísa í føroyskum, støddfrøði og kristni í byrjanardeild.

·       einum lærara at undirvísa í føroyskum, støddfrøði, enskum og gentuítrótti í hádeild (endaliga tímatalið verður ásett eftir 1. september 2024)

Vegna barnsburðarfarloyvi verður eisini søkt eftir lærara at undirvísa í støddfrøði, heimstaðarlæru og gentuítrótti í byrjanardeild til setanar frá 1. august 2024 og fram til 31. desember 2024. Setanarbrotið er 0,6.

Søkt verður eftir lærarum, sum

undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans
duga at samstarva og eru fyrikomandi
eru fúsir at taka á seg tær uppgávur, sum eru í skúlanum
halda fast um stavnhaldið, at í okkara skúla skulu øll kenna seg væl og trívast.
eru fús at taka við avbjóðingum og broytingum, sum menna og skapa virðing fyri skúlanum
eru vanir at nýta teldu í undirvísingini
 

Førleikakrøv:

Læraraútbúgving og linjulestur ella samsvarandi førleika í nevndu lærugreinum/ lærugreinaøkjum.

Barnaváttan verður kravd í samband við setan

Lønar- og setanartreytir

Størvini verða lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Tey tíðaravmarkaðu størvini verða sett fyri skúlaárið 2024-25.

 

Umsóknir

Umsóknir við c.v., avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlastjóranum,

Mariann D. Poulsen,

Strandatún 18

490 Strendur,

mariann.poulsen@skulin.fo

í hendi í seinasta lagi mánadagin 17. juni 2024 kl. 15.00.

 

Fleiri upplýsingar um størvini fært tú við at ringja til skúlastjóran, Mariann D. Poulsen, tlf. 748322.

 
Stranda skúli hevur komandi skúlaár uml. 160 næmingar og uml. 20 lærarar. Tú kanst lesa meiri um skúlan á heimasíðuni www.strandaskuli.fo

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

23. apr 2025
Starvslýsing
31. mar 2025
Myndir frá lesiátaki­num í síðstu viku
21. mar 2025
Føroyar lesa 2025
03. mar 2025
Myndir frá føstulávintshaldi­num 2025
11. feb 2025
Skeið til foreldur, ið ikki liva saman
24. jan 2025
20 fitt børn fara at byrja í 1. flokki í august
02. jan 2025
Innskriving til 1. flokk
16. des 2024
Jólahugni fyri eldri
Send fyrispurning