Tíðindi

14. nov 2023

Næmingaráð

Nýtt næmingaráð


Næmingaráðsval hevur verið í Stranda skúla. Eitt umboð og eitt varðaumboð úr hvørjum flokki frá 4. flokki til 9. flokk skuldu veljast.  Valið fór fram á Teams. Hvør næmingur hevði tvær atkvøður at nýta. Úrslitið gjørdist hetta:


4. flokkur: Fyrstvalda umboð varð Margit og næstvaldi varð Bjarni
5. flokkur: Fyrstvalda umboð varð Jónatan og næstvaldi varð Dávur Luis

6. flokkur: Fyrstvalda umboð varð Tóki og næstvaldi varð Benjamin


7. flokkur: Fyrstvalda umboð varð Steffan og næstvaldi varð Aron R. P.


8. flokkur: Fyrstvalda umboð varð Jonhild og næstvaldi varð Sofía


9. flokkur: Fyrstvalda umboð varð Ritva og næstvaldi varð Silja

 

 

Á fundi fríggjadagin 10. novembur skipaði næmingaráðið seg soleiðis:

Formaður: Ritva

Næstformaður: Jónatan

Næmingaráðslimir: Steffan, Tóki og Margit

Skrivari: Jonhild Poulsen

 


Fyrsta uppgávan hjá næmingaráðnum er at fara til Fuglafjarðar at hitta næmingarráðini úr øðrum skúlum. Høvuðsevnið á fundinum er "Altjóða barnarættindadagur". Djóni N. Joensen, landsstýrimaður í barna- og útbúgvinarmálum flytur fram røðu. Eisini verða aðrar røður, umframt tónleikainnsløg og annað. Vit gleða okkum til dagin. 

 


Meira verður at frætta frá næmingaráðnum í komandi tíðum. Vit ynskja teimum valdu til lukku við valinum og blíðan byr við arbeiðinum.

01. sep 2026
Tað grør um gangandi fót
12. aug 2026
21 fitt børn byrjaðu í 1. flokki í dag
10. aug 2026
Broytt ferðslu­viðurskifti við skúlan á Strondum
10. aug 2026
Skúlin byrjar aftur
30. jul 2026
Endur­lýsing eftir námsfrøðingi
29. jun 2026
Stranda skúli søkir eftir námsfrøðingi
24. jun 2026
Samrøðubólkar
18. jun 2026
Fráfaringarløta fyri Súsannu og Eyðgerð
Send fyrispurning