Tíðindi

25. sep 2023

Lærarastarv í Stranda skúla

Lærarastarv í Stranda skúla


Eitt tíðaravmarkað starv verða lýst leys til setanar frá 20. oktober 2023 og restina av skúlaárinum 2023/24:

Vegna barnsburðarfarloyvi verður søkt eftir einum lærara at undirvísa í føroyskum, støddfrøði, ha/list, ítrótti/svimjing gentur í byrjanardeildini og miðdeildini. Setanarbrotið er 0,9.

Søkt verður eftir lærara, sum

undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans
duga at samstarva og er fyrikomandi
er fúsur at taka á seg tær uppgávur, sum eru í skúlanum
halda fast um stavnhaldið, at í okkara skúla skulu øll kenna seg væl og trívast
er fúsur at taka við avbjóðingum og broytingum, sum menna og skapa virðing fyri skúlanum
er vanur at nýta teldu í undirvísingini

Førleikakrøv:

Læraraútbúgving og linjulestur ella samvarandi førleiki í nevndu lærugreinum/ lærugreinaøkjum.

Lønar- og setanartreytir

Størvini verða lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Umsóknir

Umsóknir við c.v., avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlastjóranum,

Hans Petur Jacobsen,

Strandatún 17

490 Strendur,

hans.petur.jacobsen@skulin.fo

í hendi í seinasta lagi mikudagin 4. oktober 2023 kl. 15.00.

 

Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til skúlastjóran, Hans Petur Jacobsen, tlf. 232730.

Á Stranda skúla eru 150 næmingar og 20 lærarar. Meira er at lesa um skúlan á heimasíðuni www.strandaskuli.fo

 

01. sep 2026
Tað grør um gangandi fót
12. aug 2026
21 fitt børn byrjaðu í 1. flokki í dag
10. aug 2026
Broytt ferðslu­viðurskifti við skúlan á Strondum
10. aug 2026
Skúlin byrjar aftur
30. jul 2026
Endur­lýsing eftir námsfrøðingi
29. jun 2026
Stranda skúli søkir eftir námsfrøðingi
24. jun 2026
Samrøðubólkar
18. jun 2026
Fráfaringarløta fyri Súsannu og Eyðgerð
Send fyrispurning