Tíðindi

24. aug 2023

Skúlarenningin 2023

Í fagrasta veðri í morgun fór allur skúlin út at renna. Dagurin byrjaði tó sum vanligt við morgunsangi, og so høvdu nakrir næmingar í hádeildini upphiting saman við okkum í skúlagarðinum. Klokkan 8.30 fóru øll so spent avstað norður móti Sálarbótará. Tann 10 km langi túrurin var sera góður í dag. Øll komu fram, og lagið var gott. Dánial var fyrstur á mál, og stutt aftaná hann kom beiggin Jónatan. Tríggir næmingar og ein lærari fóru túrin tvær ferðir: Esmar, Emma, Elisa og Pól A. Klokkan 12 komu tey síðstu á mál, og tá gjørdist veðrið eisini eitt sindur gráari, so vit vóru heppin at fáa ein góðan rennidag í sera góðum veðri.

07. mai 2025
Evnisvika 2025
23. apr 2025
Starvslýsing
31. mar 2025
Myndir frá lesiátaki­num í síðstu viku
21. mar 2025
Føroyar lesa 2025
03. mar 2025
Myndir frá føstulávintshaldi­num 2025
11. feb 2025
Skeið til foreldur, ið ikki liva saman
24. jan 2025
20 fitt børn fara at byrja í 1. flokki í august
02. jan 2025
Innskriving til 1. flokk
Send fyrispurning