Tíðindi

26. mai 2023

Størv í Stranda skúla

Hesi størv verða lýst leys til setanar frá 1. august 2023.

Námsfrøðingar

Søkt verður eftir námsfrøðingum í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2023-24. Størvini eru 1100 árstímar hvørt (lønarbrot 0,61), 28 klokkutímar um vikuna.

 

Lærarar

Søkt verður eftir lærarum til trý tíðaravmarkað størv og trý føst størv:

·        einum lærara at undirvísa í náttúru & tøkni, sangi/tónleiki.

·        einum lærara at undirvísa í samfelagsfrøði og enskum umframt í miðdeild.

·        einum lærara at undirvísa í smíð og gentuítrótti.

·        einum lærara at undirvísa í heimkunnleika, lívfrøði og gentusvimjing.

·        einum lærara at undirvísa í støddfrøði, føroyskum og sangi/tónleiki i byrjanardeild.

·        einum lærara at undirvísa í søgu, landafrøði og støddfrøði

Harumframt eitt tíðaravmarkað starv niðursetta tíð vegna barnsburðarfarloyvi.

 

Søkt verður eftir námsfrøðingum og lærarum, sum

  • undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við starvsfólk skúlans skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans
  • duga at samstarva og eru fyrikomandi
  • eru fúsir at taka á seg tær uppgávur, sum eru í skúlanum
  • halda fast um stavnhaldið, at í okkara skúla skulu øll kenna seg væl og trívast.
  • eru fús at taka við avbjóðingum og broytingum, sum menna og skapa virðing fyri skúlanum
  • eru vanir at nýta tøkni í undirvísingini
     

Førleikakrøv:

Viðkomandi útbúgving.

 

 

 

Lønar- og setanartreytir

Námsfrøðingarnir verða løntir eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið. Námsfrøðingar verða løntir í lønarflokki 11-20, 11-21 frá 1. oktobur 2018. Størvini verða sett sum sáttmálasett størv.

Lærararnir verða løntir í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Tey tíðaravmarkaðu størvini verða sett fyri skúlaárið 2023-24.

 

Barnaváttan verður kravd í sambandi við setanina.

 

Umsóknir

Umsóknir við c.v., avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlastjóranum,

Hans Petur Jacobsen,

Strandatún 17

490 Strendur,

hans.petur.jacobsen@skulin.fo

í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 9. juni 2021 kl. 15.00.

 

Fleiri upplýsingar um størvini fært tú við at ringja til skúlastjóran, Hans Petur Jacobsen, tlf. 232730.

 
Stranda skúli hevur komandi skúlaár uml. 150 næmingar 2 námsfrøðingar og uml. 20 lærarar. Tú kanst lesa meiri um skúlan á heimasíðuni www.strandaskuli.fo

01. sep 2026
Tað grør um gangandi fót
12. aug 2026
21 fitt børn byrjaðu í 1. flokki í dag
10. aug 2026
Broytt ferðslu­viðurskifti við skúlan á Strondum
10. aug 2026
Skúlin byrjar aftur
30. jul 2026
Endur­lýsing eftir námsfrøðingi
29. jun 2026
Stranda skúli søkir eftir námsfrøðingi
24. jun 2026
Samrøðubólkar
18. jun 2026
Fráfaringarløta fyri Súsannu og Eyðgerð
Send fyrispurning