Tíðindi

27. jan 2023

21 næmingar fara at byrja í 1. flokki

Tað vóru 21 spent børn saman við foreldrum, sum komu í skúlan í gjár at skriva seg inn. Børnini skrivaðu sítt navn á eitt ark og fingu hvør sína bók, áðrenn tey fóru í fimleikarhøllina at spæla, meðan foreldrini fingu kunning um skúlan og skúlans virksemi. Aftaná fóru foreldrini eisini í fimleikarhøllina at spæla saman við børnunum. Dagurin endaði við kaffi, smákakum, Svali og KitKat. Vit í skúlanum gleða okkum at síggja tykkum øll aftur í august.

08. mar 2023
Kunning í Løkshøll um skúla­møguleikar
01. mar 2023
Kunning um eNám
22. feb 2023
Myndir frá føstulávintshaldinum
08. feb 2023
Skúla­gongdin í dag 8. februar
27. jan 2023
21 næmingar fara at byrja í 1. flokki
13. jan 2023
Starvslýsing
06. jan 2023
Innskriving til 1. flokk
28. des 2022
2. flokkur gongur Lusia
Send fyrispurning