Tíðindi

29. sep 2022

Stuðlar í Stranda skúla

Hetta skúlaárið arbeiða fýra námsfrøðiligir stuðlar í Stranda skúla. Allir stuðlarnir byrjaðu ikki fyrsta skúladag, men í síðstu viku var alt komið upp á pláss, so nú eru øll byrjað. Stuðlarnir eru Súsan Benjaminsen, Mike Rahbek, Dijana Savic og Lis Olsen. Súsan er námsfrøðingur og arbeiðir í miðdeildini mánadag og mikudag. Mike er 20 ára gamal hondbóltspælari úr Keypmannahavn, sum nú spælir við St.Í.F. Hann arbeiðir í byrjanardeildini mánadag. Týsdag er hann í miðdeildini og hádeildini, hósdag í miðdeildini og byrjanardeildini og fríggjadag í byrjanardeildini og hádeildini. Dijana og Lis arbeiða í frítíðarstovuni, men eru nakrar tímar um vikuna í byrjanardeildini. Lis er mánadag og annanhvønn mikudag. Dijana er týsdag, hósdag og fríggjadag. 

01. sep 2026
Tað grør um gangandi fót
12. aug 2026
21 fitt børn byrjaðu í 1. flokki í dag
10. aug 2026
Broytt ferðslu­viðurskifti við skúlan á Strondum
10. aug 2026
Skúlin byrjar aftur
30. jul 2026
Endur­lýsing eftir námsfrøðingi
29. jun 2026
Stranda skúli søkir eftir námsfrøðingi
24. jun 2026
Samrøðubólkar
18. jun 2026
Fráfaringarløta fyri Súsannu og Eyðgerð
Send fyrispurning