Tíðindi

25. mar 2022

Slóðbrótandi foreldrafundur

Í gjárkvøldið var slóðbrótandi foreldrafundur í bygdahúsinum. Tað var fyrstu ferð, at skúli, dagstovnur og kommuna í felagi skipaðu fyri foreldrafundi. Evnið var trivnaður. Tað er nevniliga soleiðis, at Sjóvar kommuna saman við skúla og dagstovni í eina tíð hava arbeitt við at finna eitt felags amboð til at arbeiða við trivnaði. Í samstarvi við Óla Rubeksen, SSP-ráðgeva og Tóru Petersen, trivnaðarráðgeva hjá Námi, eru stovnarnir farnir í gongd við at arbeiða við TÍTT (tiltøk í tøkum tíma), sum er eitt konkret arbeiðsamboð, sum byggir á systemiska fatan og hevur LP-frymilin sum grundarlag. Tvær ferðir um árið fylla starvsfólk á stovnunum eitt trivnaðarskjal út fyri hvør barnið, og so skjótt sum okkurt er, sum starvsfólk ella foreldur gerast varug við kann betrast, verður skipað fyri fundi millum stovn og foreldur. Gott foreldrasamstarv er týdningarmikið, tá arbeitt verður við TÍTT, og tí kann roknast við, at tað oftari verða fundir millum stovn og foreldur, enn tað hevur verið fyrr. 

Fundurin í gjárkvøldið var ógvuliga jaligur og nógv fólk møttu til fundin. Anja Clementsen greiddi frá um týdningin av góðum samstarvi millum øll tey, sum eru um barnið, fyri at barnið kann trívast og mennast, sum tað skal. Eisini greiddi hon frá TÍTT-arbeiðsháttinum. Aftaná ein góðan drekkamunn við lagkøku greiddu skúlastjórin og dagstovnaleiðarin frá, hvussu arbeitt verður við TÍTT í skúla og á stovni. Eisini høvdu skúlastýrið og foreldraráðið hvør sítt upplegg um tað, sum tey arbeiða við. Eitt sera gott kvøld, har foreldur vóru glað fyri tað, sum kommunan, skúli og dagstovur eru farin í gongd við.  

24. mar 2026
Myndir frá Lesifest­ini
02. mar 2026
Starvslýsing
23. jan 2026
20 fitt børn fara at byrja í 1. flokki í august
07. jan 2026
Innskriving til 1. flokk
05. jan 2026
Leyst starv fram til summar­frítíðina
12. des 2025
Jólahald fyri pensionistum, ommum og abbum
12. des 2025
Jólahald fyri foreldrum
19. nov 2025
Hondbóltslands­liðið hjá kvinnum vitjar
Send fyrispurning