Tíðindi

07. okt 2021

Marion Poulsen farin

Sum flestum kunnugt hevur Marion Poulsen leingi verið álvarsliga sjúk, og mikudagin 6. oktobur 2021 var tíðin hjá henni her á fold runnin. Hon var 59 ár, nú hon andaðist.

Marion byrjaði sum lærari í Stranda skúla í 1991. 

Hon hevur undirvíst í nógvum flokkum og lærugreinum; hesi seinastu árini einamest í

enskum og donskum í hádeildini.

Næmingarnir hava mist ein góðan og nærlagdan lærara, og lærararnir hava mist ein hollan og trúgvan starvsfelaga. 

Umframt gerandisdagin í skúlanum minnast vit Marion fyri hennara ljósa sinni og áhuga hennara

fyri enskari og skotskari mentan.

Størstur er tó missurin hjá familjuni,  Poul Arna, Maluni og Sjúrði.

Gud signi tykkum og gevi tykkum styrki í hesi sváru tíð.

Við hesum lýsa vit frið yvir minnið um Marion.

 

01. sep 2026
Tað grør um gangandi fót
12. aug 2026
21 fitt børn byrjaðu í 1. flokki í dag
10. aug 2026
Broytt ferðslu­viðurskifti við skúlan á Strondum
10. aug 2026
Skúlin byrjar aftur
30. jul 2026
Endur­lýsing eftir námsfrøðingi
29. jun 2026
Stranda skúli søkir eftir námsfrøðingi
24. jun 2026
Samrøðubólkar
18. jun 2026
Fráfaringarløta fyri Súsannu og Eyðgerð
Send fyrispurning