Tíðindi

30. sep 2021

Lat okkum vera virkin saman í oktober!

1. oktober byrjar átakið “Virkin oktober”, sum er ein endurtøka av væleydnaða átakinum “Virkin januar”, sum Fólkaheilsuráðið skipaði fyri fyrstu ferð í januar. Átakið er partur av verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu, ið snýr seg um at styrkja og fremja sálarligu heilsuna hjá øllum íbúgvum í Føroyum.

Fólk, sum í stóran mun eru virkin, hava í størri mun kenslu av vælveru og betri sálarligari heilsu, enn tey, sum ikki eru virkin. Við átakinum virkin oktober eggja vit einstaklingum, skúlum, feløgum, arbeiðsplássum og stovnum at taka lut í átakinum í oktober og soleiðis gera okkurt gott fyri sálarligu heilsuna hjá bæði sær sjálvum og øðrum.

Virkin oktober er ein álmanakki fyri oktober. Hvønn dag í mánaðinum vísir álmanakkin á, hvussu ber til at vera virkin uppá ymiskar mátar, ið hava jaliga ávirkan á sálarligu heilsuna. At vera virkin snýr seg bæði um at vera virkin kropsliga, sosialt, sálarliga og andaliga. Til ber at fylgja uppskotinum hvønn dag ella at fáa íblástur til annað virksemi, ið gevur tí einstaka størri kenslu av meining.

Vinarliga

Fólkaheilsuráðið
J.C. Svabosgøta 43
FO 100 Tórshavn

Faroe Islands
Telefon:     +298 30 47 00

t-postur: fhr@folkaheilsa.fo

web: www.folkaheilsa.fo

01. sep 2026
Tað grør um gangandi fót
12. aug 2026
21 fitt børn byrjaðu í 1. flokki í dag
10. aug 2026
Broytt ferðslu­viðurskifti við skúlan á Strondum
10. aug 2026
Skúlin byrjar aftur
30. jul 2026
Endur­lýsing eftir námsfrøðingi
29. jun 2026
Stranda skúli søkir eftir námsfrøðingi
24. jun 2026
Samrøðubólkar
18. jun 2026
Fráfaringarløta fyri Súsannu og Eyðgerð
Send fyrispurning