Tíðindi

24. mai 2021

Broyttar mannagongdir í sambandi við koronustøðuna

Smittutølini í Føroyum eru hækkað munandi í vikuskiftinum, og tí hevur heilsufakligi ráðgevandi bólkurin til skúlar og dagstovnar havt fund og er komin fram til, at skrivligu próvtøkurnar verða hildnar sambært ætlan, men frástøðan millum næmingarnar skal vera 2 metrar. Eisini má ansast eftir, at næmingar halda frástøðu við komu til próvtøkurnar og aftaná. Hetta hevur við sær, at bara 9. flokkur kann koma í skúla til próvtøku. Ársroyndirnar hjá 7. og 8. flokki verða á netinum. Tí møtir 9. flokkur sum ætlað til próvtøku í skúlanum í morgin og mikudagin, meðan 7. og 8. flokkur sita við nettelduni heima somu tíðspunkt, sum tey annars skuldu. Fimisrokningin er klokkan 8.15 til 9.15 og greiðslurokninging kl. 9.45 til 13.45. Meira ítøkilig kunning um heimaroyndina er á teams.

Byrjanar- og miðdeildin fara aftur til mannagongdirnar, sum vóru galdandi fyri einum ári síðani. Byrjanardeildin brúkar høvuðsinngongdina og miðdeildin hurðina í gongini, og næmingarnir eru ikki saman í fríkorterunum. Mint verður á at halda frástøðu, at vaska hendur og/ella spritta.

01. sep 2026
Tað grør um gangandi fót
12. aug 2026
21 fitt børn byrjaðu í 1. flokki í dag
10. aug 2026
Broytt ferðslu­viðurskifti við skúlan á Strondum
10. aug 2026
Skúlin byrjar aftur
30. jul 2026
Endur­lýsing eftir námsfrøðingi
29. jun 2026
Stranda skúli søkir eftir námsfrøðingi
24. jun 2026
Samrøðubólkar
18. jun 2026
Fráfaringarløta fyri Súsannu og Eyðgerð
Send fyrispurning