Tíðindi

07. des 2020

Jólahald í skúlanum

Vegna koronu verða jólahaldini í ár hildin fyri hvørja deild sær. Fyri at halda tilmælini, eru einans foreldur boðin til framførslurnar, og um nakar júst, ella fyri kortum, hevur verið uttanlands, má ein seksdagatest verða tikin.

Aftaná framførslurnar verður boðið til kaffi og rís a la mande. Tilmælini gera, at kaffi verður bjóðað á øllum hæddum í gamla skúla, og flokkarnir eta á hvør sínari hædd. 

Jólaframførslan hjá byrjanardeildini verður týskvøldið kl. 18.30. 

Jólaframførslan hjá miðdeildini verður mikukvøldið kl. 18.00.

_ _ _ _ _

Jólaguðstanastan fyri øllum næmingum og starvsfólki verður hósdagin 17. desember. kl. 10.00. (Møta í skúlanum kl. 8.00. Skúladagurin er liðugur aftaná guðstænastuna.)

Jólaveitslan hjá næmingum í hádeildini verður hóskvøldið 17. desember kl. 18.30-24.

Jólaveitslan fyri næmingum í byrjanar- og miðdeildini verður fríggjadagin 18. desember kl. 10-12.

 

 

 

 

 

01. sep 2026
Tað grør um gangandi fót
12. aug 2026
21 fitt børn byrjaðu í 1. flokki í dag
10. aug 2026
Broytt ferðslu­viðurskifti við skúlan á Strondum
10. aug 2026
Skúlin byrjar aftur
30. jul 2026
Endur­lýsing eftir námsfrøðingi
29. jun 2026
Stranda skúli søkir eftir námsfrøðingi
24. jun 2026
Samrøðubólkar
18. jun 2026
Fráfaringarløta fyri Súsannu og Eyðgerð
Send fyrispurning