Tíðindi

05. nov 2020

Valevnislisti til skúlastýrisvalið 10. nov. 2020

Týsdagin 10. nov. verður val til skúlastýrið í Stranda skúla.

Hesi eru uppstillað:

Helga Bára Mohr Vang
Eyð Jansdóttir Smedemark
Turið Dyssegaard
Lis í Selvindi
Majbritt Holm
Jóhan Herlufson Funn
Kristian Østergaard


Kunngerð nr. 86 frá 6. oktober 2008 um at velja foreldraumboð í skúlastýri og kommunustýrisumboð í felagsskúlastýri

§ 2. Valrætt og valbæri til skúlastýrisval hevur hvør tann, sum hevur foreldramyndugleikan yvir barni, sum er skrivað inn í skúlan, sbrt. § 50, stk. 2, nr. 2 í lógini. 

Stk. 2. Eingin kann atkvøða, uttan hann er á vallista.

Stk. 3. Foreldur at barni, sum komandi skúlaár flytur í annan skúla, hevur valrætt og valbæri í tí skúlanum, sum barnið flytur í, sí tó stk. 4.

Stk. 4. Foreldur at barni, sum í styttri tíðarskeið enn eitt skúlaár er í øðrum skúla, hevur ikki valrætt og valbæri í hesum skúla.

§ 3. Tað er borgaraskylda at lata seg velja sum foreldraumboð. Hetta er galdandi fyri tey, sum hava foreldramyndugleika yvir barni/børnum í skúlanum.

Stk. 2. Tann, sum hevur verið skúlastýrislimur í 2 valskeið, hevur ikki skyldu til at lata seg stilla upp.

Stk. 3. Kommunustýrið kann eftir umbøn sleppa einum valevni undan at koma á vallista, um serlig viðurskifti tala fyri hesum.

Valið fer fram í bygdahúsinum á Strondum. Atkvøðugreiðslan byrjar kl. 10:00 og heldur fram til kl. 20:00 ella so leingi veljarar møta uttan steðg.


 

12. des 2025
Jólahald fyri pensionistum, ommum og abbum
12. des 2025
Jólahald fyri foreldrum
19. nov 2025
Hondbóltslands­liðið hjá kvinnum vitjar
11. nov 2025
Felags foreldrafundur í Stranda Skúla
30. okt 2025
3 A-lands­liðsspælarar hava gingið í Stranda skúla
02. okt 2025
Virkin oktober 2025
22. aug 2025
Myndir frá renningar­deg­num 2025
14. aug 2025
Gloymd klæðir
Send fyrispurning