Tíðindi
31. aug 2020
STROK og Píka7
Í hesum døgum fáa allir næmingar í 1.-7. flokki hvør sítt blað.
Tey í 1.-3. flokki fáa Píka7, og tey í 4.-7. flokki fáa STROK.
Summi eru haldarar, og tey fáa eisini tey komandi bløðini, 6 aftrat í hesum skúlaárinum.
Nýggir haldarar kunnu tekna seg á heimasíðuni strok.fo ella á heimasíðuni pikasjey.fo
Haldaragjaldið er 250 kr um árið, og haldið er galdandi, til tað verður sagt upp. Øll kunnu velja millum at halda STROK, Píka7 ella bæði bløðini. Tað ber sjálvandi eisini til hjá næmingum í hádeildini at gerast haldarar.
Systkinaavsláttur: Fyrsta haldið kostar 250 kr, og tey eftirfylgjandi 125 kr hvørt. Avslátturin er galdandi fyri bæði bløð undir einum.
Bløðini verða latin haldarunum í skúlanum, tá ið tey koma út.
01. sep 2026
Tað grør um gangandi fót
12. aug 2026
21 fitt børn byrjaðu í 1. flokki í dag
10. aug 2026
Broytt ferðsluviðurskifti við skúlan á Strondum
10. aug 2026
Skúlin byrjar aftur
30. jul 2026
Endurlýsing eftir námsfrøðingi
29. jun 2026
Stranda skúli søkir eftir námsfrøðingi
24. jun 2026
Samrøðubólkar
18. jun 2026