Tíðindi
18. aug 2020
15 børn byrjaðu í 1. flokki í dag
Í dag byrjaði skúlin aftur eftir eina langa summarfrítíð. Fyri fimtan børn var hetta ein heilt serstakur dagur, tí hetta var teirra allar fyrsti skúladagur.
Skúlastjórin, Hans Petur, bjóðaði teimum vælkomnum í skúlan, og saman við lærarunum, ið koma at undirvísa hesum fittu børnum, var skipað fyri einari hugnaligari løtu fyri børnunum og foreldrum teirra. Korona setti dám á dagin við at fleiri vóru ílatin maskur, umframt at atlit vórðu tikin til vælkendu tilmælini um hondspritt og frástøðu.
Nakrar myndir av fittu næmingunum eru at síggja niðanfyri.
Myndirnar eigur Helga Bára Mohr Vang
01. sep 2026
Tað grør um gangandi fót
12. aug 2026
21 fitt børn byrjaðu í 1. flokki í dag
10. aug 2026
Broytt ferðsluviðurskifti við skúlan á Strondum
10. aug 2026
Skúlin byrjar aftur
30. jul 2026
Endurlýsing eftir námsfrøðingi
29. jun 2026
Stranda skúli søkir eftir námsfrøðingi
24. jun 2026
Samrøðubólkar
18. jun 2026