Tíðindi

21. jun 2020

Fráfaringarsamkoma fyri Peturi Jákupssyni

Fráfaringarsamkoma fyri Peturi Jákupssyni
Petur Jákupsson, sum hevur verið lærari í Stranda skúla síðani 1981, hevur valt at leggja frá sær.

Petur var vikarur í Vestmanna skúla í eitt ár áðrenn hann kom til Strendur. Sostatt hevur hann undirvíst í samfull 40 ár. Seinastu 20 árini hevur hann eisini verið varaskúlastjóri, og nú hann 1. juni fylti 66 ár, valdi hann at fara úr hesum starvi. Hann verður tó framvegis knýttur at skúlanum, tí hann hevur játtað at undirvísa í smíð nakarar tímar um vikuna.

Í gjár skipaði skúlin fyri lítlari samkomu í sambandi við, at Petur fer frá. Covid-19 støðan gjørdi, at tað ikki bar til at gera so nógv burtur út sum ætlað, so familjan og starvsfelagar vóru boðin til ein døgurðabita í fimleikahøllini. Barnakór sang nakrar sangir og talur vóru eisini hildnar.

Eitt, sum eyðkennir Petur, er hansara nærlagni. "Tá mann hevur verið lærari í 40 ár, er tað ikki ein sjálvfylgja at mann er so væl fyrireikaður og nærlagdur sum Petur hevur verið til hvønn einasta tíma", segði skúlastjórin millum annað. 

Vit takka Peturi fyri tíðina og ynskja honum og hansara blíðan byr.

Heilsan 

Stranda skúla og Sjóvar kommuna

Myndir frá fráfaringarsamkomuni liggja her.

(skrivað hevur Sjóvar kommuna)

01. sep 2026
Tað grør um gangandi fót
12. aug 2026
21 fitt børn byrjaðu í 1. flokki í dag
10. aug 2026
Broytt ferðslu­viðurskifti við skúlan á Strondum
10. aug 2026
Skúlin byrjar aftur
30. jul 2026
Endur­lýsing eftir námsfrøðingi
29. jun 2026
Stranda skúli søkir eftir námsfrøðingi
24. jun 2026
Samrøðubólkar
18. jun 2026
Fráfaringarløta fyri Súsannu og Eyðgerð
Send fyrispurning