Tíðindi

03. jun 2020

Søkt verður eftir námsfrøðiligum stuðlum til Stranda skúla

Søkt verður eftir námsfrøðiligum stuðlum til Stranda skúla

 

Søkt verður eftir tveimum námsfrøðiligum stuðlum til næmingar við serligum tørvi í Stranda skúla:

Søkt verður eftir námsfrøðingi í fast starv frá 1.august 2020. Starvið er 1036 árstímar (lønarbrot 0,58), 26 klokkutímar um vikuna.

Søkt verður eftir námsfrøðingi í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2020-2021. Starvið er 1007 árstímar (lønarbrot 0,56), 25 klokkutímar um vikuna.

 

Lønt eftir sáttmála millum Føroya  Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið. Námsfrøðingar verða  løntir í lønarflokki 11-22. Størvini verða sett sum sáttmálasett størv.

Vit vænta, at tú ert fyrikomandi og fegin vil hava gott samstarv við leiðslu, lærarar, foreldur og næmingar.

Umsóknir við c.v. og avriti av prógvum skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi mikudagin 17. juni, kl. 15.00.

Fleiri upplýsingar um størvini fáast við at ringja til skúlastjóran á tlf. 232730, ella við at senda teldupost til: hans.petur.jacobsen@skulin.fo

01. sep 2026
Tað grør um gangandi fót
12. aug 2026
21 fitt børn byrjaðu í 1. flokki í dag
10. aug 2026
Broytt ferðslu­viðurskifti við skúlan á Strondum
10. aug 2026
Skúlin byrjar aftur
30. jul 2026
Endur­lýsing eftir námsfrøðingi
29. jun 2026
Stranda skúli søkir eftir námsfrøðingi
24. jun 2026
Samrøðubólkar
18. jun 2026
Fráfaringarløta fyri Súsannu og Eyðgerð
Send fyrispurning