Tíðindi

11. mai 2020

Varaskúlastjóri til Stranda skúla

Varaskúlastjóri til Stranda skúla

Um starvið

Søkt verður eftir varaskúlastjóra, sum undir ábyrgd og í samstarv við skúlaleiðaran skal taka lut í fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluni av virksemi skúlans.

Harafturat skal viðkomandi duga at samstarva, vera hugaður at royna nýggjar leiðir, vera fyrikomandi og fúsur at taka á seg uppgávur í samstarvi og eftir fyriskipan skúlaleiðarans.

 

Førleikakrøv

Umsøkjari skal hava fólkaskúlalæraraútbúgving og starvsroyndir í fólkaskúlanum.

Harumframt er tað ein fyrimunur, um umsøkjari hevur leiðsluroyndir.

 

Lønar- og setanartreytir

Starvið verður lønt í lønarflokki 31.3 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Undirvísingartímatalið verður ásett eftir galdandi reglum.

Umsóknir

Umsóknir við CV, avritum av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi mikudagin 20. mai 2020 kl. 12.00. Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til Hans Petur Jacobsen, skúlastjóra, á tel. 232730. Eisini ber til at senda teldupost til strandaskuli@skulin.fo.

Stranda skúli hevur 135 næmingar komandi skúlaár. Á skúlanum starvast 17 lærarar.

01. sep 2026
Tað grør um gangandi fót
12. aug 2026
21 fitt børn byrjaðu í 1. flokki í dag
10. aug 2026
Broytt ferðslu­viðurskifti við skúlan á Strondum
10. aug 2026
Skúlin byrjar aftur
30. jul 2026
Endur­lýsing eftir námsfrøðingi
29. jun 2026
Stranda skúli søkir eftir námsfrøðingi
24. jun 2026
Samrøðubólkar
18. jun 2026
Fráfaringarløta fyri Súsannu og Eyðgerð
Send fyrispurning