Tíðindi

21. mar 2020

Heilsan frá Stranda skúla 21.03.2020

Góðu næmingar, foreldur og lærarar

Skúlin fer at standa tómur til summarmáladag, 14. apríl. Vit kunnu bara vera saman hvør sær. Á ymsum pallum á netinum, og har kunnu vit vera fleiri. Ella uttandura, ikki ov nógv saman, og við frástøðu.

Skúlagongd og undirvísing sær heilt øðrvísi út hesar vikurnar. Lærarar leggja teldutøkt tilfar út til næmingarnar, og vit fara at heita á næmingarnar um at vera røsk at arbeiða við skúlatingunum.

Hjá summum foreldrum er lætt at hjálpa næmingunum, og hjá summum ber tað illa til. Tað er ikki ætlanin, at fjarundirvísingin skal elva til strongd hjá foreldrum. Tað ræður um at halda børnini til og stuðla teimum so væl, sum til ber. Men samstundis skulu vit ansa eftir sálarheilsuni, tí avbyrging og broyttar umstøður kunnu vera trupul.

Best er at fáa javnvág millum ymist virksemi: skúlating, praktiskt arbeiði, ganga túrar og spæla úti, halda frí.

Tað er tó framvegis ábyrgdin hjá lærarunum at undirvísa og  geva næmingunum hóskandi tilfar at arbeiða við, og at geva teimum afturmeldingar. Hava næmingar og foreldur hug at finna tilfar sjálvi, verður mælt til at hyggja inn á føroyska undirvísingarpallin, www.snar.fo. Har er ein rúgva av tilfari til allar lærugreinir og viðkomandi slóðir til aðrar heimasíður.

Fyrst og fremst fara vit at heita á tykkum øll um at ansa væl eftir tykkum sjálvum og hvørjum øðrum.

04. apr 2024
Lesimaraton - myndir
02. apr 2024
Lesimaraton
11. mar 2024
Byrjanardeildin í bygdahúsinum
07. mar 2024
Dansibólkur vitjaði mið- og hádeildina
06. mar 2024
SSP-politistur vitjaði 1.flokk
01. mar 2024
Broytingar í leiðsluni eina tíð
14. feb 2024
Myndir frá føstulávintshaldinum
30. jan 2024
Eingin skúlagongd mikudagin 31. jan
Send fyrispurning