Tíðindi

12. mar 2020

Skúlagongdin avlýst frá 13. mars.

Góðu næmingar, foreldur og avvarandi.       (Attention - English version below)

Eftir tilráðing frá skúlamyndugleikunum steðgar øll skúlagongd frá fríggjadegnum 13. mars og tvær vikur fram til og við fríggjadagin 27. mars. Hetta er eisini galdandi fyri næmingarnar í 9. flokki, sum skulu í starvsvenjing 23. mars.

Mælt verður til at vísa størsta varsemi og at taka tey atlit, myndugleikarnir mæla til, í álvara. Støðan krevur av okkum øllum, at vit eru serliga umhugsin og ábyrgdarfull komandi dagarnar.

Um heilt serligar umstøður gera seg galdandi, og tað als ikki letur seg gera at hava skúlabørnini heima hesar dagar, verða tit biðin um at venda tykkum til leiðslu skúlans áðrenn fríggjadagin 13. mars kl. 12.00. Um broytingar koma fyri, verður kunnað um hetta á heimasíðu skúlans www.strandaskuli.fo

 

Ringjast kann til:

Hans Petur Jacobsen, skúlastjóra tlf. 232730

Petur Jákupsson, varaskúlastjóra tlf. 232733

 

Dear students and parents,

 

In accordance with the recommendations from the school authorities, there will be no school from Friday 13th of March until Friday the 27th of March. This also includes the students who will attend work experience from 23th of March.

We are urging you all to be extra careful and take the cautions that the authorities have put forward.

If for some reason it is not possible for you to take care of your child/children in this period, you are asked to contact one of the principals below before tomorrow at 12.00 o’clock.

Best regards,

Hans Petur Jacobsen, skúlastjóra tlf. 232730

18. jun 2025
Prógvhandan
09. mai 2025
Myndir frá fríggja­deg­num á evnisvikuni
07. mai 2025
Evnisvika 2025
23. apr 2025
Starvslýsing
31. mar 2025
Myndir frá lesiátaki­num í síðstu viku
21. mar 2025
Føroyar lesa 2025
03. mar 2025
Myndir frá føstulávintshaldi­num 2025
11. feb 2025
Skeið til foreldur, ið ikki liva saman
Send fyrispurning