Tíðindi
25. feb 2020
Fastalávintshald 24. februar 2020
Fastalávintsmánadag var fastalávintshald í Stranda skúla. Tiltakið byrjaði klokkan 08.00 við felags morgunsangi, síðani varð farið upp á gólv. Í ár varð kvøðið ”Veturin kom”, ”Burtur á Heiði”, ”Brestis kvæði”, ”Tað liggur ein kavafonn” og so at enda ”Góða morgun ketta mín” við kvæðalagi.
Eftir kvøðingina slógu næmingarnir tunnu. Ein tunna var fyri hvørja deild. Kattakongar og tríggjar grýlur úr hvørjari deild fingu heiðurslønir. Tá næmingarnir høvdu fingið frukt og nakað av góðgæti, varð skipað fyri fólkadansi.
Nakrir næmingar í hádeildini høvdu gjørt eina myndaboks, har næmingar kundu verða avmyndaðir.
Myndirnar liggja her (Eyðbjørg Kallsberg úr 8. fl eigur myndirnar)
Eitt væl eydnað tiltak endaði um tólvtíðina.
01. sep 2026
Tað grør um gangandi fót
12. aug 2026
21 fitt børn byrjaðu í 1. flokki í dag
10. aug 2026
Broytt ferðsluviðurskifti við skúlan á Strondum
10. aug 2026
Skúlin byrjar aftur
30. jul 2026
Endurlýsing eftir námsfrøðingi
29. jun 2026
Stranda skúli søkir eftir námsfrøðingi
24. jun 2026
Samrøðubólkar
18. jun 2026