Tíðindi

11. sep 2019

Lærarastørv í Stranda skúla

Lærarastørv í Stranda skúla

Tvey tíðaravmarkað størv verða lýst leys til setanar frá 30. septembur 2019 og restina av skúlaárinum 2019/20:

Vegna barnsburðarfarloyvi verður søkt eftir einum lærara at undirvísa í byrjanardeild umframt gentuítrótti í hádeild. Setanarbrotið er 0,8.

 Vegna niðursetta tíð og avlopstímar verður søkt eftir einum lærara at undirvísa í støddfrøði í miðdeild og/ella hádeild umframt einstøkum lærugreinum í hádeild.

Søkt verður eftir lærarum, sum undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans duga at samstarva og eru fyrikomandi eru fúsir at taka á seg tær uppgávur, sum eru í skúlanum halda fast um stavnhaldið, at í okkara skúla skulu øll kenna seg væl og trívast eru fúsir at taka við avbjóðingum og broytingum, sum menna og skapa virðing fyri skúlanum eru vanir at nýta teldil í undirvísingini
 

Førleikakrøv:

Læraraútbúgving og linjulestur ella samvarandi førleiki í nevndu lærugreinum/ lærugreinaøkjum.

Lønar- og setanartreytir

Størvini verða lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

 

Umsóknir

Umsóknir við c.v., avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlastjóranum,

Hans Petur Jacobsen,

Strandatún 17

490 Strendur,

hans.petur.jacobsen@skulin.fo

í hendi í seinasta lagi mikudagin 25. septembur 2019 kl. 13.00.

 

Fleiri upplýsingar um størvini fást við at ringja til skúlastjóran, Hans Petur Jacobsen, tlf. 232730.

 
Á Stranda skúla eru 135 næmingar og 18 lærarar. Meira er at lesa um skúlan á heimasíðuni www.strandaskuli.fo

01. sep 2026
Tað grør um gangandi fót
12. aug 2026
21 fitt børn byrjaðu í 1. flokki í dag
10. aug 2026
Broytt ferðslu­viðurskifti við skúlan á Strondum
10. aug 2026
Skúlin byrjar aftur
30. jul 2026
Endur­lýsing eftir námsfrøðingi
29. jun 2026
Stranda skúli søkir eftir námsfrøðingi
24. jun 2026
Samrøðubólkar
18. jun 2026
Fráfaringarløta fyri Súsannu og Eyðgerð
Send fyrispurning