Sangir

LOKKI LITAVAL

"Um málarin er gamal, so má listin vera nýggj,"


so mælti Lokki Litaval og leyp upp á eitt skýggj.


Tí Lokki helt, at loftið var ov gamalsligt og grátt,


tí tók hann blikk og pensil fram og málaði tað blátt.


 


2. So klíndi hann ein gulan blett og smurdi tjúkt og væl,


og sí: tá lýsti sólin blítt á Lokka Litaval.


So málaði hann skýggini so føgur ljósablá,


og fuglar vóru droparnir, ið slettust burturfrá.


 


3. Hann málaði og málaði og dugdi sær ei hógv,


og restina av málingini, stoytti hann á sjógv.


Og sólin skein og brosaði so vinarlig at sjá.


So tá ið sólin niður fór, fór Lokki aftaná.

Aftur
Send fyrispurning