Sangir

Vit eru elskað

Frá tí at sólin rísur, og til hon fer í kav


síggi eg Guds stórleika, sum hann okkum gav.


Himmalin og jørðin og tað stóra hav


alt tað, sum eg síggi - alt hann okkum gav.


Alt tað vakra, Gud mær hevur givið.


Alt, eg síggi, takk’i eg Gudi fyri.


Takk Gud fyri, at tú vilt okkum tað besta.


Takk Gud fyri, at vit eru elskað.


WO HO O……. (x2)


 


2. Eg havi nógvar vinir, vit hugna okkum væl,


vit elska at vera úti og spæla okkurt spæl.


Og tá vit eru inni, tað hendir jú viðhvørt,


eg tekni skaparverkið, sum Gud mín hevur gjørt.


 


3. Við mammu og við pápa – og systkin míni tvey -


ein lítlan túr í hagan at síggja fugl og seyð.


Og hvar eg so mær vendi, og hvar eg hyggja man,


eg síggi skaparverkið og æri skaparan.


 


Orð og lag: Ásbjørn Berthelsen, oktober 2025

Aftur
Send fyrispurning