Sangir

Hví man alt vera so hugnaligt í kvøld

1. Hví man alt vera so hugnaligt í kvøld!
Frosturin bítur, men ongi er køld.
Dagur var strævin, men ongin sýnast móð,
hví eru øll so blíð og fró?



Tað er jólaaftan! Klokkan ring:
Bing, bang, bing! Bing, bang, bing!
Brátt er træið tendrað – slá so ring,
dansa kvøð og syng!



2. Myrkt er og kalt er og følnað hvør urt,
sólin hin bleika næstan kámast burt,
smáfuglar stirdir ei orka á flog –
tá sendir sólin gleðisboð:



3. Fjart er hon stødd, men vit hoyra tað ljóð,
børn síni minnist sólarmamman góð:
Eg komi aftur til alt tað, sum grør
og andar á tí køldu jørð.



4. Børn eru børn, og tað verða vit við,
tá vit um jólatræið, lið um lið,
dansa og minnast á summar og sól,
meðan vit kvøða hátt um jól.



Tað er jólaaftan! Klokkan ring:
Bing, bang, bing! Bing, bang, bing!
Brátt er træið tendrað – slá so ring,
dansa kvøð og syng!

Aftur
Send fyrispurning