Sangir

Puff, mín loynidreki

Puff, mín loynidreki,


við fjørubakkan býr.


Eg gangi gjøgnum djúpan dal


inn í eitt ævintýr.


Puff, eg gav tær gávur,


segl og stuttlig ting.


Og Puff, vit vinir blivu skjótt.


Vit komu vítt umkring.


 


Puff, tá eg var lítil,


reið eg á tær.


Eg veittraði við halanum,


tú svam so langt við mær.


Bláhvalir og nísur


heilsa upp á teg.


Og skip við rænarum umborð


tey yvirgeva seg.


 


Puff, á fjørusandi


sól í havið søkk.


Ein skjaldbøka kom upp á land,


hon fjalir síni egg.


Tropuvindur sjóðar,


krunkasvørt er nátt.


Við eydnuportrið tú og eg.


Lívið tað er gott.


 


Puff, vit komu víða.


Vit sóu vøkur slott.


Har prinsar og prinsessur livdu


stórbært og so flott.


Kongur og hans drotning,


ein ring frá teimum fekk.


Ein gandaringur hetta var.


Nú ringurin er vekk.


 


Puff, nú ert tú eina.


Eg veit, tú fellir tár.


Børn tey gerast vaksin skjótt,


men drekar túsund ár.


Tær dámdi væl at spæla


altíð í góðum lag.


Men Puff, mín vinur, burtur er


og barnalyndið, ja.

Aftur
Send fyrispurning