Sangir

So vakra jørð

Ársins ljósa tíð,


vit hava summarfrí,


sólin sær og gleðin sprutlar í mær.


Skaparverk so flott,


Guð sá, at alt var gott,


eg undrist yvir hansar´ megi og mátt;


skapti menniskjað og gav tí vald á jørð,


yvir djórunum og øllum, ið grør.


 


So vakra jørð Guð okkum gav,


stjørnuhimmal og hav.


Eg síggi summardáar, fuglar á ferð.


Men onki vakrari er, enn vit, sum búgva her.


Og meðan summarsólin skínur bjørt,


í smáum hjørtum sprettir takksemi stórt.


 


Brátt er náttin nær


og sólin tykist fjar,


myrkrið kom - eg kenni fjáltur á mær.


Syndafall so stórt,


tað hevu rvið sær ført,


at sorg og neyð enn raka okkum viðhvørt.


Men Guð gloymdi ikki menniskjuni her,


sendi Jesus niður til hesa verð.


 


So vakra jørð Guð okkum gav,


stjørnuhimmal og hav.


Eg síggi summardáar, fuglar á ferð.


Men onki vakrari er, enn vit, sum búgva her.


Og meðan summarsólin skínur bjørt,


í smáum hjørtum sprettir takksemi stórt.


 


Náttúran og vit


so ofta skifta lit,


vetur, vár - vit kenna gleði og tár.


Hann, sum broytist ei,


vil okkum lýsa leið.


Trúgv á hann! Ja, hansar´ boð eru greið:


"Elska Guð og elska næsta tín sum teg."


Jesus leiðir okkum sannleikans veg!


 


So vakra jørð Guð okkum gav,


stjørnuhimmal og hav.


Eg síggi summardáar, fuglar á ferð.


Men onki vakrari er, enn vit, sum búgva her.


Og meðan summarsólin skínur bjørt,


í smáum hjørtum sprettir takksemi stórt.


 


Orð og lag: Hallgerð Brim, 2020

Aftur
Send fyrispurning