Sangir

Huldugentan

Huldugentan


1. Náttin svørt yvir landið lá,
fólkið tað mesta svav.
Veðrið var gott, og mánin sá,
sólin var gingin í kav.


2. Ein var maður, ið úti stóð
hesa somu nátt,
náttina dámar ei øllum gott,
gævi tað lýsti brátt.


3. Heyggjarnir runt um opna seg,
huldufólk koma í dyr,
hesin maður tað sýnið sá,
hevði ei sæð tað fyrr.


4.Vakrar moyggjar í skarlak reyð,
klæddar frá topp til tá,
skunda sær út av hvørjum heyg,
ætla til dans at gá.


5. Á fríðari fløtu tey sláa ring,
gentur og ungir menn,
ofta tey gera so knapplig sving,
dansa so runt í senn.


6. Dansa tey runt um víðan vøll,
vakurt tað var at sjá,
vøkur tey vóru á vøkstri øll,
bæði á brún og brá.


7. Songurin klingar sum klokkuljóð,
stundum sum bylgjubrús,
ekkóið aftur úr homrum sló,
stundum alt hoyrdist sum sús.


8. Ein kom smílandi har eg stóð,
sýntist at vera so blíð.
Aldri sá eg vænari fljóð,
hvørki í bygd ella bý.


9. Brúnir lokkar tann hvíta kinn,
rammað inn sum ein krans,
eyguni tey vóru dúgvublá,
strála í stjørnuglans.


10. Varrar fagrar sum purpur reyð,
brosið tað duftar søtt,
silkikápa um herðar fleyg,
slíkari hevði eg ei møtt.


11. "Gott kvøld" hon sigur og smílist við
hon rættir mær sína hond,
"eg eri tín vinur og vil tær frið,
góð eru vinskapsbond.


12. Eg havi sæð teg so manga ferð,
harav eg kenni teg gott,
tú hevur gingið mítt heim forbí,
bæði um dag og nátt.


13. Kom og dansa ein dans við mær,"
talar hon orðum blítt,
"við mína lið eg havi teg kær,
heim mítt skal vera tær frítt."


14. "Vakra genta, tað tori eg ei,
tí eg havi hoyrt frá sagt,
tit kunnu skjótt fortrølla meg,
fáa tit yvir mær makt."


15. Bliknaði hon við hesi orð,
sukkar frá brósti svakt,
hon skalv og vendi sær frá mær burt,
eg angraði, eg hevði tað sagt.


16. "Ikki er vert tú ræðist meg,"
talar tann fagra moy,
"ont eg ikki vil gera tær,
fyrr so vildi eg doyð.


17. Aldri tala vit vonda bøn,
ongum gera vit mein.
Fólk okkum hata sum versta pøl,
munna tey vera so rein?


18. Vit eru skøpt at ferðast um nátt,
skaparin skapti alt gott;
sól og máni bleiv døgnið býtt,
dagin hava vit frítt


19. Mánin fargar tann hvíta kinn,
hon turkar úr eygum tár;
barmurin bivar, tí bleytt er sinn,
svíða ger hjartasár.


20. "Syrg nú ei so, lat alt vera gott,
tak ei av hesum harm,
sakta vit ganga til dansin brátt,
ganga nú arm í arm."


21. Dansaðu vit tá hesa nátt,
til dagur í eystan var;
moyggjar skunda sær heim so brátt,
við gleði vit skiltust har.


22. Síðani havi eg manga ferð
dansað við henni í ring,
ofta vit møtast, tá eingin sær,
ganga so vítt umkring.


23. Ofta spadsera vit meðan dagur er
fró eftir vegnum fram,
glað hon smílist, tí eingin sær,
hatturin fjala kann.


24. Ofta eg komi til hana heim,
steðgi har eina stund,
tíðin gongur við skemt og gleim,
hon mær fylgir á fund.


25. "Hertha, tú er so ung og nett,
lukka fylgir tær við,
ger títt lív so ljóst og lætt,
signi tín hvíldarfrið".


26. Er tú mín vinur, so henda kann tað,
hana eg vísa kann tær,
slíka sjønheit tú aldri sá,
ikki í landinum her.


27. "Trútt sum trøllið" er gamalt orð,
stóla bert á tað fast,
huldufólk svíkja ei vinin sín,
fyrr enn at hjartað brast.


Johan Djurhuus, 15.10.1927.

Aftur
Send fyrispurning