Strandatáttur
1. Gevið ljóð og lýðið á
Under så grøn en lide,
Nakað veit eg at fortelja frá.
Kongen af Dannemark lader sig hævne
2. Tað búði ein maður suðuri í Havn,
Magnus á Brók var hansara navn.
3. Hann kom ferðandi heim á Strendur
at royna sínar stóru og sterku hendur.
4. Tann havnarmaður so errin var:
“Man nakar á Strondum tora móti mær?”
5. Magnus talar so fyri seg:
“Man nakar tora at berjast við meg?”
6. Gamli Bartal svaraði til:
“Tað ætli eg víst, at onkur vil.
7. Eg skal siga tær tíðindi slík:
Lítið virða vit um ein súpanarkík.”
8. Magnus knýtir sín stóra neva,
ætlaði Bartali nasar at geva.
9. Har var látur, og har var gaman.
Endin var tann, at báðir brustu saman.
10. Har var látur, og har var grin,
tá Magnus skræddi Bartalsa rukkugin.
10a. Har var látur, og har var brumm,
tá plantupinnurin stóð útum.
11. Har var rópan, og har var skrálan.
Tað hoyrdist líka inn á Brenda Skála.
12. Bardust teir út um allar grensur,
teir klóraðust sum tveir ørir frensar.
13. Bardust teir har aftur og fram,
endin var tann, at Bartal vann.
14. Magnus við sínum krúlluta grúki,
hann lá undir Bartalsa búki.
15. Magnus við sínum krúlluta høvdi,
hann lá undir Bartali og gløddi.
16. Mikkjals Óli í klinkuna fekk:
“Eg visti ikki betur, enn verðin forgekk.
17. Nú hevur hon staðið ta tíð so langa,
Nú er tað so vist, at hon fer at forganga.”
18. Gamla í songini rópar morð.
Potturin í eldin og rokkurin í sor.
19. Gamla í songini fleyg í grát:
“Nú hava teir dripið ein kongsins soldát.”
20. Svaraði Bartal, hann var ikki ræddur:
“Ikki er hann deyður, men illa er hann skræddur.”
21. Yvir á Toftir hoyrdist eitt dundur,
tá rokkurin hjá Bartali hann gekk sundur.
22. Á Strondum har var ein grúulig neyð,
tá Bartalsa rokku rokk gekk sundur í sjey.”
23. Inn kom Bartalsa kona so fromm:
“Hetta verður tykkum ein ólukkuskomm.
24. Hetta verður tykkum til háð og spott,
forvíst fáa tit ein ljótan tátt!”
25. Satt segði Bartals kona tað,
tátturin var yrktur sama dag.
26. Hetta sama háð og spott,
Under så grøn en lide,
Hetta kalla vit fyri Strandatátt..
Kongen af Dannemark lader sig hævne
Aftur