Tíðindi

02. okt 2025

Virkin oktober 2025

"Virkin oktober" er eitt átak, sum koyrir í tíðarskeiðnum 1.-31. oktober. Átakið tekur støði í boðskapunum í ABC fyri sálarliga heilsu, sum eru: ver virkin, ver saman og ver hugbundin. Stranda skúli er við í átakinum, og í ár skipa vit tað sum eina kapping. Tað ber til at fáa ein lutaseðil fyri hvønn dag við at taka mynd av tí, sum stendur at gera hvønn einstakan dag og senda myndina til kontaktlæraran. Myndirnar verða ikki brúktar til annað enn at tryggja, at uppgávan er gjørd, og tær verða slettaðar aftur, so skjótt kappingin er av. Tá mánaðurin er liðugur, trekkja vit lut millum allar lutaseðlarnar (myndirnar). Nógv ymiskt er at vinna - millum annað nýggja hondbóltslandsliðsblusan. Næmingarnir velja sjálvir, hvussu nógvar og hvørjar dagar tey vilja vera við í kappingini. Kalendarin yvir hvat skal gerast hvønn dag sæst her. Les annars meira um "Virkin oktober" her

29. jun 2026
Stranda skúli søkir eftir námsfrøðingi
24. jun 2026
Samrøðubólkar
18. jun 2026
Fráfaringarløta fyri Súsannu og Eyðgerð
18. jun 2026
Prógvhandan
26. mai 2026
Vit eru røsk at lúka
22. mai 2026
Starvslýsing
13. mai 2026
Síðsti undirvísingardagur hjá 9. flokki
13. mai 2026
Listaleypu­rin við Jákupi Veyhe og Hettarher vitjaði
Send fyrispurning