Tíðindi
20. jun 2023
Prógvhandan
Mánadagin kl 17 var prógvhandan. 18 næmingar í 9. flokki og 2 næmingar í 10. flokki fingu prógv. Í røðuni hjá hjá skúlastjóranum minti hann næmingarnar á, at vitlíki er ein góður tænari, men ringur harri. Hann segði millum annað, at vit mugu minnast til, at vitlíki ikki hevur eina sál og nakran moral. Hetta er nakað, sum bara menniskju hava. Tí mugu vit ikki seta alt okkara álit á tøkni og tólmenni, men eisini á menniskju, so vit av teimum kunnu læra at vera menniskju. Eisini er tað bara okkum menniskjum unt at hava trúgv og álit á Guð, og tað minti skúlastjórin eisini næmingarnar á at hava - bæði nú og í framtíðini. Stranda skúli ynskir øllum til lukku við próvnum og Guðs signing víðari á lívsleiðini.
26. mai 2026
Vit eru røsk at lúka
22. mai 2026
Starvslýsing
13. mai 2026
Síðsti undirvísingardagur hjá 9. flokki
13. mai 2026
Listaleypurin við Jákupi Veyhe og Hettarher vitjaði
13. mai 2026
Heimasetningurin broyttur
06. mai 2026
Várkonsert hjá Stranda musikkskúla
24. apr 2026
Myndir frá ítróttadegnum
23. apr 2026